Formel 1 nú við V8 motorum

Fyri at gera kostnaðin av formel 1 lægri og fyri at gera kappingina meira spennandi eru V10 motorarnir skiftir út við teir minnu V8 motorarnar í ár.

Í ár eru formel 1 bilarnir farnir frá V10 motorum til V8 motorar. Hetta hevur sett nýggj krøv til verksmiðurnar, og sambært serfrøðingum, kann hetta verða ein fyrimunur fyri Cosworth og Renault, ið tykjast at vera komnin eitt sindur longur við menningini enn hinar motorverksmiðurnar.
Cosworth var dominerandi motorframleiðarin seinastu ferð V8 motorar vóru í formel 1, og hava fólki og royndirnar innan menning av hesum slagnum av motorum. Cosworth er ikki longur ein partur av Ford og hevur tí rættiliga nógv at prógva, serliga tí tey í ár veita motorar til eitt av teimum liðunum Williams. Tað hevur ligið í kortunum, at 2005 er eitt ár, har Williams brúkar Cosworth, inntil liðið í 2006 fær avtalu við onkra aðra verksmiðju. Tí er nógv upp á spæl fyri Cosworth, ið fegin vil tryggja sær, at teir sleppa at blanda seg í toppin á formel 1.
Renault motorurin hevur í royndarkoyringunum, tykst sum skjótasti motorur á breytini. Eisini hevur hann verið sera álítandi uttan nakrar serligar trupulleikar, hetta boðar frá góðum fyri Fernando Alonso, ið skal royna at verja heimsmeistaraheitið.
 
Keldur: f1.com og F1 Racing