Formel 1 koyringin á Silverstonebreytini í Englandi, verður uttan iva merkt av yvirgangsálopinum á London. Men fyrireikararnir vilja ikki lata seg kúga av yvirgangsfólki, koyringin verður hildin.
Tá USA vórðu álopnar 11. september 2001, var hetta beint frammanundan formel 1 koyringini í USA, og eisini tá varð koyringin hildin.
Á tíðindafundi hósdagin søgdu fyrireikararnir at trygdin rundan um koyringina verður enn strangari, sjálvt trúgv og roynd starvsfólk hjá formel 1 liðunum verða kannaði, áðrenn tey sleppa inn. Hetta hevði sambært pole-position.dk við sær, at tá ferraritaktikarin Ross Brawn skuldi til arbeiðis hósdagin, mátti hann pent lata, vaktarmenn kanna sínar taskur.
Á tíðindafundinum hósdagin var bretski koyrarin Jenson Button. Hann sendi sína samkenslu til øll tey, sum á onkran hátt vóru rakt av hesi ólukku. Hann segði, at hetta var ein ræðuligur máti at byrja eitt koyringar vikuskifti. Men hann vildi ikki lata yvirgangin vinna, so hann ætlaði sær at geva øllum eitt spennandi formel 1 vikuskifti.