Kári á Rógvi heitir á limir í flokkinum, sum ikki stuðla honum sum formanni, at fáa Kára P. Højgaard at stilla upp móti sær á formansvalinum í oktober.
Eftir viðtøkunum hjá Sjálvstýrisflokkinum stendur formaðurin fyri vali á hvørjum regluligum aðalfundi, sum verður hildin saman við landsfundinum í oktober á hvørjum ári.
Kári á Rógvi tók við sum formaður eftir Kára P. Højgaard í fjør.
- Síðani hava álitisfólk floksins stríðst fyri at fáa flokkin aftur á beint sum liberalan tjóðskaparflokk, limafeløgini eru fingin at virka, ungmannafelagið er endurstovnað, og valskrá er samtykt, sigur Kári á Rógvi.
Kári P. Højgaard valdi ikki at stilla upp í fjør, og tí var einki orðaskifti á landsfundinum um linjuna hjá flokkinum.
- Kári P. Højgaard tykist tó ikki at hava góðkent valið árið fyri, og serliga ikki at kunna góðtaka felags avgerðir um at føra miðvísan politikk við langtíðarsemjum við aðrar flokkar um at náa málum á framburðs- og sjálvstýrisleið, sigur Kári á Rógvi. Hann sigur seg harmast støðuna, sum er íkomin, tí hetta er ikki spennandi fyri tey, sum hava fyrireikað flokkin til tey bæði komandi valini.
Tí heitir verandi formaðurin á fyrrverandi formanninum at um stilla upp á aðalfundinum í oktober.