Formaðurin í Suðuroyar Svimjifelag, Reidar Simonsen, hevur lagt frá sær, og Marlon Kjærbo er nú nýggjur formaður í felagnum. Reidar, sum var ein av stovnarunum av Suðuroyar Svimjifelag á heysti 2007, hevur verið formaður hesi fyrstu tvey árini. Suðuroyarportalurin skrivar, at hann hevur lagt frá sær, tí ósemja er í nevndini um, hvussu grundleggjandi trupulleikar skulu loysast.