Flestu danir halda, at formansskiftið í Konservativa Fólkaflokkinum styrkir flokkin og stjórnina 59 prosent av teimum donsku veljarunum halda, at tað er ein fyrimunur fyroi Konservativa Fólkaflokkin, at Lene Espersen er vorðin floksformaður ístaðin fyri Bendt Bendtsen, sum legði frá sær í gjár. Tað vísir ein kanning hjá Megafon.
24 prosent halda ikki, at tað ger nakran mun, og 10 prosent siga, at tað ger flokkin veikari.
44 prosent av teimum spurdu halda, at formansskiftið er ein fyrimunur fyri stjórnina. 37 prosent halda ikki, at tað ger nakran mun, og 12 prosent halda, at stjórnin viknar orsakað av formansskiftinum hjá teimum konservativu.