Formansskifti í StÍF

Egi Gothard Danielsen er nýggjur formaður í StÍF. Hann bleiv valdur til formann av nýggju nevndini beint eftir aðalfundin, sum bleiv hildin týskvøldið 29. august í bygdahúsinum á Strondum.

 

Rúni Rasmussen, sum hevur verið formaður seinastu trý árini, stillaði ikki upp til formansval, men heldur fram í nevndini. Egi hevur verið næstformaður síðan hann kom í nevndina í fjør.

 

Í samband við formansskiftið sigur fráfarni formaðurin um farna formansskeiðið:” Tað hevur verið stór gleði at vera við til at menna StÍF saman við nógvum eldsálum. Ein av stóru og minniligu løtunum í var, tá ið okkara besta kvinnulið tók øll á bóli í 2021 og gjørdist føroyameistari. Eg fegnist um, at Sjóvar kommuna nú fer at byggja nýggja og nýmótans ítróttarhøll á Strondum. Eg ynski Ega góða eydnu í hansara spennandi uppgávu at mynda og leiða StÍF saman nevnd og StÍF-stuðlum.”

 

Nýggi formaðurin sigur um síni í mál í formanspostinum: “Mítt mál er at fáa hondbóltin á vestara armi meira sjónligan og at fáa fleiri fólk við í familjuna StÍF. Her hugsi eg um bæði ung sum eldri, spælarar, hjálparfólk og stuðlar.”

 

Nýggja nevndin skipaði seg soleiðis eftir aðalfundin:

Egi Gothard Danielsen, formaður

Ann Berg Christensen, næstforkvinna

Rúni Rasmussen, skrivari

Suni Ernstsson, kassameistari

Ólavur í Geil, nevndarlimur

Sára Mrdalo, nevndarlimur

Simona Paula á Fríðriksmørk, nevndarlimur

Alexandur Johansen, tiltakslimur

 

Nýggja nevndin er fjølbroytt og spent at fara til arbeiðis. Nógvar spennandi uppgávur liggja fyri framman hjá nevndini.