Formansskifti hjá Bragdinum

Mánakvøldið 10.mars hevði Bragdið, sum er felag fyri frælsan ítrótt, eykaaðalfund, har millum annað formansval varð á skránni.

Formaðurin seinastu seks árini Robert Vilhelmsen valdi ikki at stilla upp aftur. Nýggjur formaður er valdur,og er hesin Fríðrikur Bláhamar, sum eisini er nýggjur í nevndini.

Í nevndini eru nú Fríðrikur Bláhamar, formaður – Anna Maria Seloy næstformaður – Niels Jákup Jakobsen kassameistari – Ann E. Østerø limarøkt og Óla Hans A. Olsen nevndarlimur.