Formansskiftið gevur atkvøður

Konservatibi Fólkaflokkurin í Danmark fær størri undirtøku, nú Lene Espersen hevur tikið við sum formaður eftir Bendt Bendtsen Var fólkatingsval nú, hevði Konservativi Fólkaflokkurin fingið 12,3 prosent av atkvøðunum og 22 tingmenn. Í løtuni hevur flokkurin 18 umboð í Fólkatinginum.

Tað sigur ein kanning, sum Gallup hevur gjørt. Kasnningin vísir eisini, at Vinstri hevði mist tvey umboð, var val nú, meðan Danski Fólkaflokkurin hevði fingið eitt afturat.

Sosialistiski Fólkaflokkurin er framvegis tann stóri vinnarin og hevði fingið 29 fólkatingssessir, var val nú. Flokkurin hevur 23 umboð á Christiansborg. Eftir kanningini høvdu Sosialdemokratarnir fingið eitt umboð afturat, og Eindarlistin hevði mist øll síni umboð.