Uppskotið hjá løgmanni um stjórnarskipan er komið til viðgerar hjá formansskapinum i Løgtinginum.
Formansskapurin viðger eitt upprit frá Løgtingsskrivstovuni um stjórnarskipanaruppskotið.
Páll á Reynatúgvu fæst ikki at siga, um uppskotið verður afturvíst.men tá Løgtingsskrivstovan ger eitt upprit til formansskapin, so merkir tað, at uppskotið sum fyriliggur ikki uppfyllir tær treytir, sum eitt lógaruppskot skal uppfylla,.
Formansskapurin fer aftur at viðgera uppritið á fundi týsdagin 17. oktober, tá endalig støða verður tikin.
Uttan munt il um formansskapurin heldur at uppskotið skal burturvísast ella um tað skal viðgerast í tinginum, so verður tað lagt fyri tingið, sum so endaliga tekur støðu til málið.
Sum støðan er nú, so bendir onki á, at uppskotið verður liðugt viðgjørt áðrenn 25.oktober og tí verður fólkaatkvøðan 25. apríl helst útsett.