Fyri tveimum árum síðan var vallógin við greiðum meiriluta í tinginum broytt í skundi, so Føroyar fingu blivu til eitt valdømi, tá Løgtingið skal veljast.
Í vár samtykti tingið eitt uppskot til samtyktar at fáa Innlendismálaráðið at eftirmeta vallógina, men onki hendi.
20. Oktobur staðfesti kanning í Sosialinum millum tingfólk, at meiriluti er fyri at hálsa um til aðra skipan við fleiri valdømum.
Dagin eftir segði Hergeir Nielsen, tingformaður, at hann fegin vildi vera við til at leggja uppskot fram at broyta vallógina.
Stutt eftir spurdi tingmaður Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, hvussu gekk við at eftirmeta vallógina. Hon svaraði, at fíggjarliga orkan í ráðnum hevur havt við sæt, at tað ikki hevur borið til at eftirmeta vallógina.
Í gjár avgjørdi formansskapurin í tinginum, við Hergeiri Nielsen á odda, at taka málið í egnar hendur og gjørdi av at seta ein arbeiðsbólk at endurskoða vallógina.
– Vit hava umrøtt vallógina á fleiri fundum, og nú er niðurstøðan komin at stinga fingurin í jørðina og endurskoða vallógina.
– Vit mugu konstatera, at landsstýrismaðurin ikki fylgir einari greiðari samtykt. Og tá landsstýrismaðurin ikki fylgir samtyktini, so er upplagt, at vit taka málið upp, sigur Hergeir Nielsen, tingformaður, sum sjálvur ikki tók undir við at gera Føroyar til fleiri valdømi fyri tveimum árum síðan.
Ongar pengar
Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, visti ikki av, at formansskapurin nú tekur vallógina í egnar hendur, tá Sosialurin tosaði við hana í morgun.
– Hatta havi eg ikki hoyrt um, men har liggur eitt uppskot til samtyktar, og eg havi svarað fyrispurningi um tað. Men ynskja teir at seta ein arbeiðsbólk, so má mann fyrihalda seg til tað, sigur Annika Olsen, sum fleiri ferðir hevur verið ákærd at súlta málið, tí hon sjálv ynskir at halda fast við eitt valdømi.
Síðan skundar hon sær at leggja afturat, at hon ikki hevur havt fíggjarliga orku til at kanna málið, ikki kann koyra alt fólkið í ráðnum til hús, tí at serfrøðingar uttanífrá skulu kanna vallógina.
– Hetta munnu øll skilja, sigur hon.
Og greiðir víðari frá, at hon sjálvandi vil hava lógina endurskoðaða, hóast hon persónliga heldur, at tað er nakað tíðliga at fara at gera nakað við eina lóg, sum bara hevur verið til í tvey ár.
Men tá Annika Olsen ikki hevur fíggjarliga orku at seta arbeiðsbólk, hvussu ger formansskapurin so?
– Vit eru ikki komnir so langt enn, men formansskapurin hevur so mikið av játtan, at tað skuldi borið til, metir Hergeir Nielsen.
Tað undrar Anniku Olsen, at formansskapurin av sínum eintingum kann seta ein arbeiðsbólk.
– Tað er ikki ókeypis, og vit hava vent hvørji einastu krónu í ár. Og hava teir nóg mikið av peningi at seta ein serfrøðingabólk í hesum tíðum, brýtur Annika Olsen seg sjálva av. Áðrenn hon víðari greiðir frá, at tingið hevur gjørt eina samtykt um at eftirmeta vallógina, uttan at peningur fylgdi við, og tí hevur tað ikki eydnast at gera arbeiðið.
– Hetta hevur onki við mína persónligu hugsan at gera. Sjálvandi skal lógin eftirmetast, sigur Annika Olsen.
Samdur formansskapur
Í formansskapinum sita Hergeir Nielsen, Jógvan á Lakjuni, Alfred Olsen og John Johannesen. Teir tríggir fyrstu, hava alment boðað frá, at teir ynskja fleiri valdømi, men John Johannesen hevur sagt, at hann bara vil hava eitt valdømi.
– Vit eru samdir at kanna málið, sigur Hergeir Nielsen, sum tó vil koma nærri inn á, hvussu samdur formansskapurin er, tí málið er ikki komið so langt.
Fyrr hevur tingformaðurin boðað frá, at hann vil vera við at leggja uppskot niðan í tingið um at broyta vallógina, um formansskapurin er samdur. Men tað er hann ikki eins avgjørdur um longur.
– Vit fara at miða eftir at koma út sum ein samdur formansskapur, sigur Hergeir Nielsen, og leggur afturat, at skal nakað uppskot gerast at broyta Løgtingsvallógina, so er ætlanin at leggja tað fyri ting, so lógin verða broytt í hesi tingsetuni.
John Johannesen, sum var einasti limur í formansskapinum, sum 20. oktobur helt, at haldast skal fast við eitt valdømi, metir ikki málið vera komið eins langt, sum tingformaðurin.
– Nú má formaður ansa eftir, at hann ikki fer at forvirra. Eg eri samdur í, at tað eru feilir í verandi skipan og at skipanin skal kannast, men eg haldi ikki, at vit skulu broyta vallógina í skundi sum seinasta, tí hvat hendir, um vit broyta skipanina og næsti formaðurin vil hava eitt valdømi aftur?, spyr John Johannesen.
Hann leggur afturat, at tað, sum hann tók undir við á fundinum í gjár, var, at formansskapurin skuldi tosa um málið á næsta fundi, og tá skuldi ein møguligur arbeiðssetningur vera gjørdur til ein møguligan arbeiðsbólk.
Tað vil siga, at hann ikki er heilt samdur við orðunum í gerðabókini hjá formansskapinum, at »Avgjørt varð at seta ein arbeiðsbólk at endurskoða vallógina«