##med2##
FM1 prátaði í kvøld við allar formennirnar hjá feløgunum, ið hava havt lið í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið. Tó ikki Tummas Lervig, formann hjá KÍ og Brandur Jacobsen, formann hjá Víkingi, ið FM1 fer at práta við aftaná steypafinaluna millum KÍ og Víking á Tórsvølli komandi leygarkvøld. Við endan av samrøðuni fingu formennirnir høvið at senda eina heilsu og eina tøkk.
Annar formaðurin, ið var ígjøgnum á FM1 var formaðurin hjá B36, Jákup Mørk.
Jákup viðgongur, at úrtøkan í Betrideildini: 38 stig, 41 stig um ikki eitt skriviborðstap kom fyri, var ikki nøktandi.
Tað sum tó bjargar kappingarárinum er, at B36 røkkur fjórða plássinum, ið gevur atgongd til Europa Conference League undankappingina komandi ár. Avrikið í Europa Conference League í summar, har B36 vann seg tvey umfør víðari bjargar eisini heildarmyndini nógv.
Jákup er eisini fegin um teir ungu leikararnar, ið fingu møguleikan á besta liðnum í ár, og hann vónar, at B36 kann vera væl við komandi kappingarár.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað sum Jákup Mørk segði í samrøðu við FM1.