Formansfundirnir hjálpa

Tað tykist eingin ivi vera um, at sonevndu formansfundirnir greiða størsta partin av málunum, longu áðrenn farið verður undir aðalfundin

Eitt av lyftunum, sum Óli Holm gav, tá hann fyri trimum árum síðani varð valdur í formanssessin í FSF, var, at hann vildi hava eitt tættari samstarv við feløgini.
Hetta varð gjørt við sonevndu formansfundunum, har mál leypandi verða tikin upp undir meira óformligum umstøðum, ið tó eru meira enn bara kaffifundir.
Og tað tykist eisini greitt, at hetta hevur havt sína stóru ávirkan. Sæð burtur frá, at spenningurin kring sjálvt formansvalið var stórur fyri einum ári síðani, so hava aðalfundirnir hesi trý seinastu árini verið munandi friðarligari, enn teir so ofta áður hava verið. Ja, úr einum fjølmiðlasjónarhorni vildi onkur kanska hildið fundirnar vera beinleiðis keðiligar, men tað í sjálvum sær kann nú eisini vera gott til tíðir.
Ikki minst gevur hetta umheiminum eina fatan av, at FSF sum felagsskapur nú stendur munandi sterkari. Ivaleyst er tað framvegis so, at menn eru ymiskir á máli um tey stig, sum verða tikin. Men orðaskiftið kring hetta verður nú í allar flestu førum hildið innan veggja á formansfundunum, meðan aðalfundirnir í størri mun snúgva seg um formalia, tá viðtiknu semjurnar skulu atkvøðast ígjøgnum.
Hetta var kanska serliga sjónligt leygardagin, tí sjáldan eru so umfatandi broytingar atkvøddar ígjøgnum ein og sama aðalfund við somikið lítlum orðaskifti, sum talan var um hesaferð.