Tað verður stór útskifting í nevndini í Róðrarsambandi Føroya á næsta regluliga aðalfundi.
Í dag hevur verið eykaaðalfundur. Á fundinum varð boðað frá, at allir nevndarlimirnir uttan ein, fara úr nevndini á næsta reguliga ársaðalfundi.
Millum nevndarlimirnir, sum ætla at mynstra av, eru formaðurin Jan Herman Hansen og næstformaðurin Poul John Æðustein.
Aðalfundurin verður leygardagin 2. apríl, og tá skulu nýggjur formaður, næstformaður og tríggir nýggjir nevndarlimir veljast.