Ulf Kristersson, formaður hjá Moderaterna, sigur á Instagram, eftir borgarligan valsigur í Svøríki, at hann byrjar arbeiði við at skipa »eina virkissterka stjórn«.
Saman við konservativa flokkinum hjá Ulf Kristerson, Moderaternar, stendur borgariligi vongvurin við flokkunum Kristendemokratterna og Liberalerna.
Somuleiðis er innflytarar atfinningarsami flokkurin Svøríkisdemokratarnir, sum er vorðin næststørsti flokkur á valinum.
Við skipan av stjórn á høgrevinginum fer dentur at verður nógv tos um, hvussu og í hvønn mun, Svøríkisdemokratarinir fara at fáa ávirkan.
Ulf Kristersson stendur í eini nýggjari støðu, eftir at svenskur politikkur í árunum eftir at Svøríkisdemokratarnir vórðu til, var tarnaður av, at hinir flokkarnir ikki vildu samstarva við nýggja innflytara atfinningarsama flokkin.
Tað førdi til politiskar samgongur tvørtur um veingirnar, sum sjáldan kunnu semjast um serliga nógv.
/ritzau/











