Rói B. Poulsen, formaður í Huxa, ger einki við, at skrivarin í Huxa kallaði muslimar fyri svín, segði at talu- og trúarfrælsi ikki riggar, og at demokratiið er ein ódemokratisk skipan
Tað var annars ikki við mýkindum, at skrivarin hjá Huxa, Jóhan Eli Lyngvej Poulsen, viðgjørdi islam, talu- og trúarfrælsi á sínari vangamynd á Facebook. Jóhan Eli L. Poulsen legði tann 19. desember eina grein um, at Angola forbjóðar islam á Facebook vanga sín. Í viðmerking til leinkjuna segði hann seg vóna, at Danmark verður næsta landið, sum ger tað sama.
Les eisini: Talu- og trúarfrælsi riggar ikki
Í kjalarvørrinum av hesum var eitt kjak, har skrivarin hjá ungmannafelag fólkafloksins er ógvuliga hvassorðaður.
Jóhan Eli Lyngvej Poulsen segði seg har harmast um, at danir ikki lurtaðu eftir Mogens Glistrup, fyrrverandi formanni í sera høgravenda framburðsflokkinum í Danmark Fremskridtspartiet, og skrivaði síðani:
»Trúarfræli er vekk longu nú, við at man valdi trúarfrælsi. Hasir helvitis muslimarnir geva ikki dønum loyvi at vera trúgvandi. Kemur man inn í eitt annað land at vera, so má man fylgja teirra normum og lógum, men tað hava hasi svínini ikki gjørt«, skrivaði Jóhan Eli Lyngvej Poulsen, áðrenn hann seinni í sama kjaki kom til fylgjandi niðurstøðu:
»Danmark er á veg at fara í avgrundina, takkað verið talu- og trúðarfrælsi. Tankin er góður nokk, men hann heldur ikki í praksis«.
Les eisini: Demokrattið er ódemokratiskt
Hatta skrivaði Jóhan Eli Lyngvej Poulsen tann 19. desember. Síðani hevur hann tikið nakrar av útsagnum sínum aftur og slettað viðmerkingar sínar á Facebook. Men á in.fo fríggjadagin endurtók Jóhan Eli Lyngvej Poulsen, at talu- og trúarfrælsi ikki riggar, og hann kallaði demokratiið, sum vit kenna tað í vesturheiminum, fyri mest ódemokratisku skipanina av øllum.
Rói B. Poulsen, formaður í Huxa, sigur, at orðini standa fyri skrivarans egnu rokning. Eins og Jóhan Eli so leggur Rói B. Poulsen dent á, at tað var sum privatpersónur, at Jóhan Eli skrivaði omanfyristandandi sitat.
Rói sigur, at hann sum formaður ikki kann koyra Jóhan Eli úr felagnum. Hetta má landsfundurin gera. Og landsfundurin verður í síðsta lagi 31. januar. Rói B. Poulsen sigur tó, at hann ikki fer at taka málið upp á sjálvum fundinum.
Hoyr samrøðuna við Róa B. Poulsen við at trýsta á pílin undir myndini.