Tá sagt verður, at formaðurin í Sambandsflokkinum Kaj Leo Johannesen, onki visti um avgerð mína um ikki at vera ein partur av samgonguni, sum beinleiðis avleiðing um 266 b varð samtykt, so er hetta ikki rætt, tí eg boðaði formanninum frá hesum kvøldið fyri, og sama morgun sum málið kom til viðgerðar í Løgtinginum, og so skjótt sum løgtingið hevði samtykt broytingina í grein 266 b, segði eg formanninum frá støðu míni.
Hetta viðførdi, at vit báðir høvdu ein fund á Tinghúsloftinum, har eg lovaði at siga honum frá, áðrenn eg kom við nakrari útmelding.
Hetta lyfti helt eg, og ringdi til Kaj Leo Johannesen stutt áðrenn kl. 20 mikukvøldið og segði honum frá, at eg fór at boða frá hesum dagin eftir.
So tá sagt verður, at formaðurin visti av ongum, so er hetta beinleiðis skeivt, og man helst vera ein misskiljing.
Annars ynski eg øllum føroyingum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár.










