Formaðurin í Vinnunevndini: Torført at stuðla rækjuflotanum

- Tað er vandi fyri, at almennur stuðul til rækjuflotan bara útsetir pínuna eitt sindur, sigur Heini O. Heinesen, formaður í Vinnunevndini hjá løgtinginum

- Er støðan á rækjumarknaðinum seinastu tíðina varðandi, so nyttar tað einki at lata rækjuflotanum stuðul, tí so snýr tað seg bara um at útseta pínuna hjá teimum eitt sindur.


      Tað sigur formaðurin í Vinnunevndini hjá løgtinginum, Heini O. Heinesen.


      - Tað er ikki gott tekin, at rækjuskip, sum fyri kortum vóru sanerað fyri nógvar milliónir, nú koma aftur til landið at biða um pengar.


 <?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


Trupul støða  


Heini O. Heinesen heldur, at um talan er um prísfall í eina avmarkað tíð, so er støðan onnur, enn um talan er um eina varðandi støðu.<o:p></o:p>


      - Hetta málið er sera trupult at viðgera politiskt. Um vit skulu stuðla rækjuflotanum, hvat hendir so, tá alivinnan fær trupulleikar, skulu vit so aftur at stuðla tá.


      - Vit hava havt ringar royndir av kreppuloysnum áður, tí tað hevur víst seg, at almennur stuðul bara hevur útsett pínuna. Alt fór á heysin fyri tað. Og tá tað verður sagt, at brent barn ræðist eld, so er tað trupult at fara lata stuðul rækjuflotan, sigur Heini O. Heinesen.


      Hann sigur seg ikki hava neyðugu upplýsingarnar í málinum til at hava eina avgjørda støðu, men hann heldur, at tað er ivasamt, um tað er rætt við almennum stuðli til rækjuflotan.