Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Í Degi og Viku varð í farnu viku víst á, at bæði samgonga og andstøða vóru so ónøgd við formannin í uttanlandsnevndini, at tey ætlaðu at taka formannin av ræði, fyri at fáa mál útaftur, sum liggja í nevndini.
At taka formannin hjá okkum í uttanlandsnevndini av ræði, er tað sama sum at taka Sambandsflokkin av ræði, og tað uttan haldgóðar grundgevingar, og tað verður ikki góðtikið.
Sambandsflokkurin veit seg ikki verða orsøkina til, at bølt verður omaná málum í uttanlandsnevndini, men metir seg hava fingið allar upplýsingar til vega frá formanninum og hava fingið góða og neyva kunning um, hvat fer fram í nevndini. Hetta sama segði eg eisini undir tingviðgerð týsdagin í hesi vikuni av tingsins røðarapalli.
Sambandsflokkurin er kunnaður um, at tá talan er um Íslandssáttmálan / Hoyvíks-sáttmálan, so hevur formaðurin í uttanlandsnevndini skotið upp, og fingið semju um, at tá sáttmálin kemur í gildi, so skulu tær lógir sum verða ávirkaðar av honum, verða lagdar fram samtíðis, og er hetta tað einasta rætta.
Upprunaliga var tvídráttur um nú hesin sáttmáli skuldi leggjast fyri tingið sum lóg, ella sum uppskot til samtyktar.
Viðvíkjandi málinum um yvirtøkulógina so hevur ivi verði sáddur um henda lóg samsvarar við avtaluna sum var gjørd í farna ári. Har bað formaðurin í uttanlandsnevndini eisini um at fáa neyvari upplýsingar hesum viðvíkjandi.
Aftaná at hava fingið hesar upplýsingar, skuldi so fundur verða seinasta mikudag, men av tí at aðrir limir í nevndini høvdu forfall, var tann fundurin avlýstur.
Síðani skuldi álit skrivast mikudagin í hesi vikuni, men tá var formaðurin sjúkur. Á næsta fundi í uttanlandsnevndini verður álit skrivað, sum avgreiðir ræðislógina.
Tey mál sum liggja til viðgerðar í uttanlandsnevndini eru hesi:
1.Løgtingsmál nr. 15/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan - sum liggur í nevndini til fylgilógirnar er komnar í løgtingið.
2.Løgtingsmál nr. 33/2005: Uppskot til løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum
3.Løgtingsmál nr. 52/2005: Uppskot til samtyktar um fráboðan til Sameindu Tjóðir
Formaður okkara í uttanlandsnevndini ger eitt dygdagott arbeiði og vit stuðla honum fult í hansara arbeiði í nevndini, og tað vilja vit eisini heita á okkara samgongulimir um at gera.