Formaðurin í skattanevndini greiðir frá

–Størsta broytingin er, at inntøkuskatturin minkar munandi, sigur Kári Petersen

– Størsta broytingin er, at inntøkuskatturin minkar munandi, sigur Kári Petersen, formaður í skattanevndini, við við Rás2 í kvøld.

 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Kára Petersen kvøld

 

 

–12 til 14 prosent av inntøkum hjá føroyingum verða vunnar uttanlands. Meginparturin rindar ikki skatt av tí. Tað merkir, at tey, sum búgva og arbeiða í Føroyum gjalda meir í skatti. Tá vit leggja trý gjøld afturat, so rinda tey, ið arbeiða uttanlands eisini fyri tær tænastur, ið kommunurnar veita teimum. Tvey av gjøldunum eru til kommunurnar - sokallað borgaragjald - og hitt er húsatænastugjald, sigur hann.

 

 

– Eg haldi, at meginparturin av hesum er sunnur fornuftur. Øll londini kring okkum eru farin undir hetta fyri langari tíð síðani. Orkugjøldini vórðu hækkaði og inntøkuskatturin lækkaði, sigur hann framhaldandini.