Fólkaatkvøða
Seinasta leygarkvøld var borgarafundur í Funningsfirði í samband við, at fólk í Elduvíkar kommunu, sum fevnir um Elduvík og Funningsfjørð, skulu atkvøða fyri ella ímóti samanlegging við Runavíkar kommunu á fólkaatkvøðu, leygardagin, 17. apríl.
Fá fólk
Andrias Hammer, bygdaráðsformaður, sigur, at færri enn 30 borgarar í kommununi vóru á borgarafundinum, har kunnað varð um sáttmálan, sum gjørdur er millum Runavíkar kommunu og Skála kommunu.
- Tað, sum okkum stendur í boði, er sami leistur, sum lagdur er millum hesar báðar kommunurnar við Skálafjørðin.
Á borgarafundinum í Funningsfirði greiddi Rodmundur Nielsen, býráðsformaður í Runavíkar kommunu, frá sáttmálanum millum Runavíkar kommunu og Skála kommunu. Við á fundinum var eisini bygdarráðsformaðurin á Skála, Kári Johannesen. Úr Havnini var Hilmar Høgenni, sum starvast á kommunalu deildini í landsstýrinum.
Okkara lív
- Eg hevði væntað, at fleiri fólk komu til hendan fundin, tí tað, sum nú stendur fyri framman, snýr seg um okkara lív og gerandisdag, sigur Andrias Hammer.
Hann vísir á, at í Elduvíkar bygdaráði eru trý fólk fyri samanlegging og tvey eru ímóti.
- Sjálvur eri eg ímóti, men eg haldi, at fólkið í kommununi eigur at sleppa at tala við eina fólkaatkvøðu.
Andrias sigur, at hóast hann er ímóti samanlegging, hevur hann boygt seg fyri meirilutanum í bygdaráðnum sum ynskir, at málið kemur til eina fólkaatkvøðu.
- Sum formaður í kommununi argumenteraði eg á borgarafundinum ikki ímóti samanlegging, men royndi at vera neutralur.
Hann sigur, at fólk høvdu ymiskt at spyrja um, og náttúrliga vóru tað tey, sum eru ímóti ella ivast, ið áttu flestu spurningarnar.
- Men eg haldi, vit høvdu ein góðan fund sum vardi í hálvan triðja tíma, sigur Andrias.
Hann sigur, at hann er spentur eftir at vita, hvørja støðu fólkið í Elduvíkar kommunu fer at taka á fólkaatkvøðuni, 17. Apríl.
- Fólkið fer at avgera, um vit vera verandi ein sjálvstøðug kommuna ? ella um samanlagt verður við stóru kommununa í Eysturoy, sigur Andrias Hammer.
88 fólk
Í Elduvíkar kommunu búgva tilsamans 88 fólk, harav eini 22-24 búgva í Elduvík og hini í Funningsfirði.
Kommunan er annars hampiliga væl fyri fíggjarliga. Skattainntøkan liggur um tvær mijónir krónur um árið, og skuldin er hálva aðru álíkning. Á bók eigur kommunan einar 800.000 krónur.
Andrias Hammer hevur verið formaður í Elduvíkar kommunu í hálvt annað ár.











