Formaðurin í landstinginum skal undir skurð

71 ára gamli Lars-Emil Johanesen, sum er formaður í grønlendska landstinginum, skal í dag leggjast undir skurð á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.

Upp undir vikuskiftið gjørdist Lars-Emil Johansen illa fyri, og kanningar á Ríkissjúkrahúsinum vístu, at hann hevur fyri neyðini eina sonevnda by-pass skurðviðgerð.

– Hetta er ein stórt skurðviðgerð, men eg eri í góðum hondum hjá dugnaligum hjartalæknum her á Ríkissjúkrahúsinum, sigur Lars-Emil Johansen við Sermitsiaq.

Eftir skurðviðgerðina skal Lars-Emil Johansen halda frí í minst tríggjar mánaðir.