Formaðurin koppaður í Kristendemokratunum

Bodil Kornbek hevur í kvøld tikið seg úr Kristendemokratunum, sum hon sigur vera flokkin hjá vesturjydunum Á landsfundinum hjá Kristendemokratunum í Danmark í dag fall formaðurin trý tey seinastu árini.

Tá ið Bodil Kornbek fyri trimum árum síðani gjørdist formaður, broytti flokkurin navn frá Kristeligt Folkeparti og til Kristendemokraterne, og nýggi formaðurin megnaði at fáa undirtøku fyri, at tað nú skuldi síggjast minni avgjørt upp á spurningar, sum tað higartil ikki hevði verið møguleiki at seta spurnartekin við - eitt nú spurningin um fosturtøku.

Í dag settu mótstøðufólkini hjá floksformanninum føtur í spenni. Eftir vánaliga fólkatingsvalið, tá ið tað ikki eydnaðist at fáa umboðan í Fólkatingið, eru tey atfinningarsomu ímóti formanninum vorðin alt fleiri og eyðsýndari, og í dag sást hetta aftur, tá ið formansval var á skránni.

Bjarne Hartung Kirkegaard, sum er ættaður av Bornholm, har hann er kommunalpolitikari, vann formansvalið sannførandi.

Beint eftir valið boðaði Bodil Kornbek frá, at hon nú fer úr flokkinum, og hon ynskti vesturjydunum tillukku, tí hon segði seg meta, at tað nú eru teir, sum mynda flokkin.

Roknað verður við, at Bodil Kornbek fer at melda seg upp í onkran annan flokk.

Tað var ósemja og misnøgd við Bodil Kornbek, sum í summar var orsøkin til, at Tove Videbæk, sum í Norðurjyllandi hevur verið stóri atkvøðuslúkurin hjá Kristeligt Folkeparti og seinni Kristendemokraterne, fór úr flokkinum. Tove Videbøk er nú uppstillað til ES tingið fyri Konservativa Fólkaflokkin.

Nýggi formaðurin í Kristendemokraterne er formaður í heimamissiónini í Allinge-Tejn.