Fyri fyrstu ferð í ár var Jákup Mikkelsen ongantíð í KÍ málinum eftir bóltinum, tá ið KÍ hevði vitjan av Skála.
Í fimm av tíggju dystum hevur KÍ verið partur av javnleiki. Tvær ferðir hava klaksvíkingar vunnið, og tríggjar ferðir hava teir tapt.
Síðani Tummas Lervig, sum er føddur og uppvaksin á Skála, 28. apríl varð valdur at vera formaður, hevur KÍ ikki tapt. KÍ hevur vunnið tvær ferðir og spælt fýra ferðir javnt, og nú eru teir farnir at tosa um formansávirkanina í Klaksvík!