Portørar og fakfelag
- Tað er eitt vónbrot, at portørarnir ætla at rýma úr Havnar Arbeiðsmananfelag, uttan at tosa við okkum fyrst.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, er vónbrotin av, at portørarnir nú eru farnir at fjeppast upp í Starvsmannafelagnum, eftir at teir hava verið limir í Havnar Arbeiðsmannafelag í eini 40 ár.
- Teir hava ongantíð tosað við Havnar Arbeiðsmannafelag, áðrenn teir hava tikið hetta stigið og tað er hugstoytt, sigur Hans Joensen.
- Tað minsta var, at teir tosaðu við okkum um støðuna fyrst, leggur hann afturat. Áðrenn teir lupu avstað, áttu teir at hava kent tað sum sína skyldu at kanna viðurskftini og fyrimunir og vansar hjá felagnum, teir eru í. Tað hava teir ikki gjørt, men tað vil eg heita á teir um at gera.
Hann ásannar, at vit hava fakfelags frælsi, so portørarnir kunnu fara í tað felag, teir vilja.
Portørarnir vilja ikki vera limir hjá okkum, tí vit eru eitt arbeiðsmannafelag. Men hetta er ikki nóg góð orsøk at skifta felag, tí tað er ikki navnið, sum hevur týdning, tað er sáttmálin og vit hava ein serligan sáttmála fyri portørar.
- Og tað eru framvegis eitt fitt tal av portørum, sum framvegis vilja vera limir í Havnar Arbeiðsmannafelag. Men vit gera ikki sáttmála fyri eitt ávíst tal av portørum. Vit gera sáttmála fyri eitt øki.
- Men at lata Starvsmannafelagið eisini yvirtaka samráðingar, verður torført, tí tað er Havnar Arbeiðsmannafelag, sum hevur samráðingarrættin á økinum.
- Og tað eru framvegis eitt fitt tal av portørum, sum framvegis vilja vera limir í Havnar Arbeiðsmannafelag. Men vit gera ikki sáttmála fyri eitt ávíst tal av portørum. Vit gera sáttmála fyri eitt øki.
Hans Joensen vil ikki í smálutir, men hann ivast í um portørarnir samanlagt fáa betri sømdir í Starvsmannafelagnum.
- Lønarkarmurin er tann sami, um tú so ert í einum felag ella einum øðrum felag. Tað, sum ger munin er, hvussu fakfelagið raðfestir lønarkarmin og hvat hann skal brúkast til. Summi raðfesta eftirlønir, summi raðfesta lønarhækkingar og onnur raðfesta lívstryggingar.
- Men samanlagt er karmurin tann sami og sostatt eisini úrslitið, staðfestir formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Hann sigur, at higartil hava portørarnir fingið somu lønarhækking sum onnur, so teir hava á ongan hátt verið við sviðusoð
Støðan er eisini tann, at tað er lætt at gera Havnar Arbeiðsmannafelag til syndabukk, men veruleikin er tann, at teir ymsu portørarnir hava ógvuliga ymisk áhugamál og tí er torført at samansjóða sjónarmiðini.
- Men tað er skeivt, at Havnar Arbeiðsmannafelag er orsøkin til, at portørarnir hava ein sáttmála, sum teir halda ikki er nóg góður.
- Tað er altíð Fíggjarmálaráðið, sum ger ein sáttmála, sama um mótparturin er Havnar Arbeiðsmananfelag ella Starvsmannafelag, sigur Hans Joensen.
- Í løtuni eru samráðingar við Fíggjarmálaráðið, men tær steðgaðu tí Fíggjarmálaráðið vildi ikki ganga undir krøv frá okkum um at serligar ágóðar til portørar á ymsum økjum, tí teir eru í einum serligum starvi, har teir eru undir stórum sálarligum trýsti og eisini viðhvørt seta seg sjálvan í vanda.
- Men har er glið komið á og tí er tað óheppið, at hetta stingur seg upp nú
- Ístaðin fyri at rýma, skuldu teir heldur tikið lógvatak saman við okkum um at fáa so góðan sáttmála sum gjørligt, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.