Formaðurin í Føroya Lærarafelag: Glað fyri at tað slapst undan verkfalli

Elsa Birgitta Petersen er nøgd við, at tað í síðstu løtu slapst undan einum verkfalli og vónar at tað fer at eydnast pørtunum at finna fram til eina loysn í trætuni um nýggju fólkaskúlalógina og fylgjurnar av henni

Sveinur Tróndarson


Tað var ein fegin Elsa Birgitta Petersen, sum Sosialurin fekk orð á seint sunnukvøldið. Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Lærarafelag og Lønardeildina hjá Fíggjarmálastýrinum, sum sóu út til at fara at enda við verkfalli fríggjakvøldið, endaðu kortini væl, og tað vil í hesum føri siga uttan verkfall.

Í stuttari viðmerking við Sosialin sigur Elsa Birgitta, at Føroya Lærarafelag fekk tað, um felagið í grundini fór eftir. Hon vísir á, at ein sáttmáli er gjørdur fyri eitt stutt tíðarskeið, og í hesum tíðarskeiðið skal orsøkin til samráðingarknútin loysast.

Og orsøkin til tann gordiska knútin, sum var íkomin millum Lærarafelagið og Fíggjarmálastýrið, var nýggja fólkaskúlalógin, sum undanfarna samgonga samtykti. Eftir fatanini hjá nevndini í Føroya Lærarafelag gav hon limum teirra nógv størri arbeiðsuppgávur, uttan at hetta sást aftur á lønarseðlinum.

Lærarafelagið hevur alla tíðina hildið uppá, at hesi bæði punktini skuldu loysast undir samráðingunum men tað vildi Fíggjarmálastýrið ikki, við teirri grundgeving, at tað er ikki teirra borð tá ein nýggj lóg kemur í gildi, at veita eina størri játtan. Hetta er eftir teirra fatan ein uppgáva, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið umsitur, og við hesum rendu partarnir seg fastar.


Lønarhækkan og eftirløn

Nýggi sáttmálin hjá Føroya Lærarafelag man vera ein tann styttsti, sum Lønardeildin yvirhøvur hevur gjørt í hesum samráðingarumfarinum.

Sáttmálateksturin ásetur lønarhækking, sum er tann sama, sum hinir partarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum hava fingið, og so, at ein eftirlønartrygging verður sett á stovn 1. januar 2000. Henda eftirlønartrygging byggir á sama prinsipp sum tæanastumannapensiónirnar, sum teir tænastumannsettu lærararnir hava, og Elsa Birgitta Petersen sigur, at tað er eitt av endamálum felagsins, at allir limirnir hava somu eftirlønaravtalu, um teir eru sáttmálasettir, ella um teir eru tænastumannasettir.

- Hetta fingu vit, og tað eru vit væl nøgd við, sigur hon og leggur afturat, at tað hevur verið eitt av hægstu ynskjum felagsins, at fáa eina eftirløn, sum er líka fyri allar limir.


Avtala at hyggja eftir nýggju lógini

Tá samráðingarnar slitnaðu fríggjadagin var ein orsøkin tann, at trætumálið um nýggju fólkaskúlalógina ikki kundi loysast.

Lærarafelagið vildi hava málið loyst saman við sáttmálasamráðingunum, meðan Fíggjarmálastýrið harafturímóti helt fasst við, at tað er at blanda tvey mál saman.

Teirra fatan er, at nýggja fólkaskúlalógin og kostnaðurin av henni er ein trupulleiki, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið má taka sær av, og tað er eisini júst tað, sum tað endaði við.

Við hesum náddi Føroya Lærarafelag eftir øllum at døma tað tey vildu, nevniliga at fáa UMMS at taka málið, um nýggju fólkaskúlalogina og kostnaðin av at seta hana í verk upp beinanvegin, og tað er júst tað sum fer at henda.

Fíggjarmálastýrið hevur játtað at fáa gongd á hetta málið, sum sambært nýggja sáttmálanum skal vera liðugt áðrenn 1. marts 2000.