Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag eitur eisini Georg F. Hansen hesi bæði næstu árini.
Tað er úrslitið av aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag í dag.
Georg F. Hansen hevur verið nevndarlimur í Føroya Arbeiðafelag í 25 ár, men í 2011 tók hann við sum formaður eftir Ingeborg Vinther, sum legði frá sær eftir at hava verið forkvinna í eitt mannaminni.
Tá ið formansval aftur var á skránni á aðalfundinum í dag, stillaði ongin upp ímóti Georg F. Hansen úr Miðvági og hann varð sostatt einmælt afturvaldur.
Annars stóðu tríggir nevndarlimir fyri vali, teir vóru Sune Mortensen úr Hovi, Jógvan Pál Johansen úr Haldórsvík og Karla Einarsson úr Rituvík og tey vórðu øll trý afturvald.
Fyrsti tiltakslimur í Føroya Arbeiðarafelag, er Dora Mikkelsen í Gøtu, annar tiltakslimur er Harry Benjaminsen á Toftum og triði tiltakslimur er Laila Haraldsen í Miðvági.










