<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Marjun Olsen úr Øravíkarlíð varð á fundi í starvsnevnd Sambandsfloksins tann 30. november, vald til formann fyri starvsnevndina. Starvsnevndin er tann nevndin, ið tekur sær av dagligum málum ímillum landsnevndarfundirnar.
Marjun Olsen hevur sitið í starvsnevdnini síðani 2004, og hon tekur við formanssessinum eftir Suna Jacobsen, ið ikki tók við afturvali, eftir at hava sitið í nevndini síðani 1998 (øll árini sum formaður). Umframt Marjun Olsen, mynda Asbjørn Djurhuus úr Tjørnuvík og Gunnar K. Nattestad úr Sandavági nú starvsnevnd Sambandsfloksins.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$











