Tað er eingin loyna, at sponsku meistararnir ynskja sær ein framherja, og ætlanin er nú at fara undir samráðingar við Atletico Madrid, har Forlan hevur spælt seinnu árini. Diego Forlán var toppskjútti í La Primera Division í farna kappingarári. Hann skeyt í alt 33 mál.