Forlan heldur fram í Villareal

Diego Forlan hevur longt sáttmálan við spanska felagið Villareal fram til 2010. Eftir at Forlan hevði ein minni eydnuríka tið í Manchester United, hevur hann av álvara havt flog í sponskum fótbólti, har hann í tvey kappingarár hevur gjørt 35 mál fyri Villareal. Forlan hevur verið settur í samband við fleiri onnur feløg, men hann hevur nú gjørt av, at hann heldur fram í Villareal í fleiri ár afturat.- Eg trívist væl í felagnum, so eg havi ongantíð hugsað um at skift felag, sigur Forlan við heimasíðuna hjá Villareal.