Forlagið Torgard fer á aðrar hendur

– Eg havi uttan sorgblídni gjørt av at gevast við forlagnum, meðan leikurin enn er hampiliga góður, sigur Hugin Eide

Eftir 13 ár hevur Hugi Eide gjørt av at gevast við forlagi sínum, Torgard. Hann hevur gjørt avtalu við forlagið Vild Maskine, sum frá 1. september í ár yvirtekur allar bøkur og útgávuavtalur hjá forlagnum Torgard.

 

– Tær bøkur, ið Torgard hevur givið út hesi trettan árini hvørva sostatt ikki av danska marknaðinum, men liva víðari undir Vild Maskine. Tey fara somuleiðis at geva út tær bøkur, sum eru á beding, nú eg sigi forlagið frá mær, sigur Hugin Eide.

 

Forlagið varð stovnað í 2008 við tí høvuðsendamáli at geva út danskar umsetingar av føroyskum skaldskapi. Við tíðini komu eisini umsetingar av bókum úr øðrum londum aftrat - Íslandi, Kanada, Norra, Svøríki, Hollandi og Kekkia - umframt einstakar bøkur eftir danskar høvundar.

 

Í skrivandi løtu hevur forlagið givið út góðar 70 bøkur tilsamans. Millum hesar teljast bøkur eftir hesar føroyskar rithøvundar: Jóanes Nielsen, Gunnar Hoydal, Jógvan Isaksen, Hanus Kamban, Tórodd Poulsen, Sólrúna Michelsen, Marjuna Syderbø Kjelnæs, Rakel Helmsdal, Carl Jóhan Jensen, Katrina Ottarsdóttur, Sissal Kampmann, Bárð Jákupsson, Bárð Oskarsson, Oddfríð Marna Rasmussen og Kim Simonsen.

 

– Tað gleðir meg, at heilt fitt av verkum eftir hesar høvundar nú eru til á donskum og sostatt eru komin eitt lítið fet út um landoddarnar. Og eg veit, at onkur av donsku útgávunum hava gjørt, at okkurt verk er komið enn longri út í heim. (Lat meg bara viðganga, at eg eri eitt sindur errin av tí.), sigur Hugin Eide.

 

Orkan er ikki til tað longur

 

– Orsøkin til at eg nú gevist við forlagsvirkseminum og lati tað upp í hendurnar á øðrum, er einamest at tíðin og orkan er ikki til tað longur, sigur hann.

 

– Hetta skal tó ikki skiljast sum at eg eri viknaður við árunum, men fyri at fáa virksemið at mala runt fíggjarliga, havi eg frá byrjan av verið noyddur at hava annað fulltíðarstarv við síðuna av og havi rikið forlagið í frítíðini. Hetta hevur verið neyðugt hóast tann munagóða fíggjarstuðul, sum Torgard hevur fingið gjøgnum árini frá fyrst og fremst FarLit/Norðurlendska Týðingargrunninum og Mentanargrunni Landsins og í einstøkum føri Tórshavnar Kommunu og Dansk-færøsk Kulturfond. Uttan henda stuðul hevði virksemi forlagsins als ikki borið til, og vil eg her nýta høvið at takka fyri hendan stuðul, sigur Hugin Eide.

 

Samanborið við Torgard er Vild Maskine eitt 'stórt' forlag við tveimum fulltíðar starvsfólkum/eigarum: Rebekka Gertz Andersson og Mads Heinesen, sum er abbasonur Stig Heinesen, lítlabeiggja William, sum var klarinettistur í Kongaliga Kapellinum.

 

– Hóast eg gevist við sjálvum forlagnum, so fari eg framyvir at vera knýttur at forlagnum Vild Maskine sum ráðgevi, "skóti" og umsetari. Eg fari sostatt eisini framyvir at virka fyri útbreiðsluni av føroyskum bókmentum.

 

Hugin Eide tekur samanum:

 

– Eg havi uttan sorgblídni gjørt av at gevast við forlagnum, meðan leikurin enn er hampiliga góður, og við tí sannføring, at útgivnu bøkur forlagsins og ætlaðar útgávur eru í góðum hondum, ja, ivaleyst betri hondum hjá Vild Maskine, sigur hann.