Forkvinnan fegnast um fimleikafagnaðin

Elin H. Joensen heldur, at fimleikafagnaðurin er komin í eina góða og trygga legu

Forkvinnan í Fimleikasambandi Føroya, Elin Heðinsdóttir Joensen fegnast um enn ein væleydnaðan fimleikafagnað.

 

Elin heldur, at øll liðini komu væl frá sínum framførslum, sum allar vóru á høgum støði.

 

Hildið verður fast við leistin, at fimleikafagnaðurin skal verða á skránni annað hvørt ár. Fyrstu árini var fimleikafagnaðurin á hvørjum ári. Tað skal nógv til, serliga hjá luttakandi liðnum at venja til ein fimleikafagnað, og tí er tað meiri hóskandi at hava fimleikafagnaðin annað hvørt ár.

 

Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Elina Heðinsdóttir Joensen. Fremst í ljóðbrotinum hoyrist løtan, tá kunngjørt varð, at Havnar Fimleikafelag hevði vunnið fimleikafagnaðin 2013.