Mai Laksáfoss Simonsen, forkvinna í foreldrafelagnum Heim og Skúli, biður nú um umbering fyri mótmæli, sum hon, vegna felagið, sendi nú ein dagin ímóti, at kunning um samkynd nú skuldi inn um skúlagátt.
Sosialurin skrivaði mánadagin, at LGBT ætlaði sær í skúlarnar at kunna um kynsligan samleika og ymsar familjuformar, men tað mótmælti foreldrafelagið hvassliga.
- Viðmerkingin hjá Foreldrafelagnum Heim og Skúli varð gjørd uttan at allir limirnir í nevndini høvdu tikið undir við henni, sigur forkvinnan nú.
Nevndin hevur viðgjørt hettar, og leggur dent á at Foreldrafelagið Heim og Skúli er flokspolitiskt, átrúnaðarliga og fakliga óheft.
Felagið hevur sum endamál
at menna samstarv millum heim, skúla og aðrar samfelagsstovnar við tí fyri eyga at betra livikorini hjá børnum;
Felagið hevur sum uppgávur
at varða av áhugamálum hjá foreldrum og verjum at børnum í føroyskum skúlum;
at styrkja luttøku og ávirkan hjá foreldrum og verjum í forskúlum, skúlum og samfelagnum annars;
at ráðgeva heimum og skúlum;
at menna førleikan hjá limunum við upplýsandi tilfarið og øðrum;
at royna at fáa umboðan í instansum, sum viðgera skúlan
Foreldrafelagið Heim og Skúli skal virka sambært omanfyrinevndu endamálum. Felagið virður leiðslurnar á hvørjum einstøkum skúla, og tær avgerðir sum tær taka.
- Tað var óheppið at omanfyrinevnda viðmerking var send út til fjølmiðlarnar og vit biðja um umbering fyri hetta, sigur forkvinnan í felagnum, Mai Laksáfoss Simonsen