Forkunnugt og føroyskt í Føroyahúsinum

Føroyskur matur á øðrvísi hátt, føroysk myndlist og føroyskur tónleikur. Hetta borðreiðir Føroyahúsið í Keypmannahavn við fríggjakvøldið. Tónleikinum standa Dánjal á Neystabø, Katrina Petersen, Høgni Reistrup, Debess Blues Station, Fróði Hansen, Stanley Samuelsen og fleiri onnur fyri.

Harumframt verða eisini nýggjar innspælingar hjá Budam, SIC, Orka, Hamferð, Martin Joensen og mongum øðrum eisini at hoyra.

 

Tað er ikki einans hoyrisansurin, sum fær sítt fríggjakvøldið. Marin Hentze, útlærdur kokkur, borðreiðir við øðrvísi føroyski mati, enn vit eru von við, meðan Janus á Húsagarði sýnir fram nøkur av sínum verkum.

 

Tað eru Listafelagið og plátufelagið Tutl, sum skipa fyri tiltakinum, tey rópa Fernisering og Tutl Label Night. Ein nærri skrá yvir tiltakið fæst her:

 

www.faroehouse.dk>her