Forkunnugir gestaframsýnarar úr grannalondunum

Tað er nú vorðin fastur táttur at hava útlendskar gestaframsýnarar við á søluframsýningini Hendur & Hugflog. Í ár koma spennandi gestaframsýnarar - nú bæði úr Íslandi og Hetlandi

Sjálvt um Hendur & Hugflog er ætlað føroyskum listhandverkarum, so hava royndirnar frá teimum báðum seinastu árunum víst, at tað er rætt at bjóða útlendskum starvsfeløgum við.

Seinastu tvey árini hava útlendskir gestaframsýnarar verið við, og umframt at geva hesum møguleika at sýna sínar vørur fram, so gevur hetta eisini føroysku framsýnarunum møguleika at síggja, hvat starvsfelagar teirra - og kappingarneytar - hava at bjóða.

Í ár koma fyri fyrstu ferð gestaframsýnararnir úr bæði Íslandi og Hetlandi.


Prýðislutir úr Hetlandi

Úr Hetlandi koma umboð fyri tvær fyritøkur, har onnur virkar lutir úr leðri, meðan hin ger prýðislutir.

Hjá Shetland Jewellery gera tey prýðislutir. Her er talan um bæði hálsprýði og aðrar prýðislutir, og felags fyri teir allar er, at teir antin eru gjørdir úr sterling silvuri ella gulli. Sniðið, sum Shetland Jewellery arbeiðir eftir í løtuni, eitur »The Glasgow Girls« og íblásturin til hetta sniðið kemur frá nøkrum sermerktum skotskum kvinnum, sum høvdu ein stóran leiklut, tá stílurin sum fekk navnið »The Glasgow Style«, varð til.Herumframt ger Shetland Jewellery eisini ringar. Her hava serliga giftiringarnir fingið góða móttøku, og fyritøkan selir giftiringar kring allan heim.

Shetland Jewellery hevur sølubúð í Lerwick, men verkstaðurin liggur í Weisdale, einar 15 til 20 kilometrar vestan fyri Lerwick.


Hágóðskaðar

leðurvørur

Journeyman Leather virkar lutir úr leðri. Ein partur av framleiðsluni er tilfar, sum reiðfólk hava brúk fyri. Fyritøkan ger bæði grímur og saðlar, so her fáa føroysk rossafólk høvi til at gleða hestin, nú beint undan Ólavsøkuni.

Journeyman Leather sigur á heimasíðu síni, at teir gera grímur til øll ross. Teir hava fleiri ross á garðinum, og tað gevur teimum góðar møguleikar at passa grímurnar til, áðrenn tær vera lætnar.

Umframt grímur og saðlar ger fyritøkan eisini taskur, belti og reimar. Alt verður tilevnað úr leðri og skyggjandi lutirnir eru gjørdir úr messing. Fyritøkan liggur í Sandness á vestursíðuni av Shetland Mainland.


List og prýði

úr Íslandi

Gestaframsýnararnir úr Íslandi eru Elínborg Kjartansdóttir og Anna Gunnarsdóttir.

Elinborg Kjartansdóttir er kend listakvinna í Íslandi og hevur arbeitt við málmlist og handaverki síðani 1989. Hon starvaðist eitt skeið fyri Oasis í Bretlandi, og har virkaði hon m.a. skartgripir úr kopari og messingi.

Seinastu árini hevur hon tikist mest við myndalist og hevur havt egnar framsýningar. Herumframt hevur hon eisini luttikið á altjóða framsýningum, eitt nú í Bretlandi. Í 1999 hevði hon egna framsýning undir heitinum »Kennist tú við«, har allir persónarnir á myndini vóru kendir íslendingar.

Anna Gunnarsdóttir er av Akureyri og ger lutir úr leðri. Hon ger millum annað taskur og lampur úr leðri. Eisini hon er kend víða fyri sítt handaverk.r, tí at hann hevur kunnað smittað. Á sjúkrahúsinum hevur hann fingið heilivág, og sambært læknunum er eingin smittuvandi eftir at tann sjúki hevur fingið heilivág í 14 dagar, sigur Linda Guttesen

Fyri einari viku síðan, tá fullkomulig vissa var fyri, at hann ikki kundi smitta longur, varð Xiaobin Zhang útskrivaður, og týsdagin stóð hann aftur í kinesiska køkinum á Nan-Tong.