Forkunnugar konsertir við Copenhagen Brass

Danska orkestrið, Copenhagen Brass, er í hesum døgum á konsertferð í Føroyum, ið fevnir um tilsamans tríggjar konsertir, harav tvær kirkjukonsertir.

 

Tann fyrsta av konsertunum var í Vesturkirkjuni seinnapartin í gjár. Hilmar Jan Hansen var til konsertina í gjár, og burtur úr tí er komið ein ljóð-reportasja, sum eisini fevnir um samrøðu við dirigentin, Mogens Andresen, og ein av tónleikarunum, Eddie Krimm, sum eisini síggjast á myndini.

 

Copenhagen Brass hevur sína triðju og seinastu konsert í hesum umfari í Fuglafjarðar kirkju í morgin, leygardagin, klokkan 16.

 

Tað ber til at hoyra ljóðreportasjuna í ljóðbrotinum undir greinini.