Forkunnug vitjan í Fuglafirði

Útnorðurráðið hevur í vikuni hildið fund í Føroyum. Vertir fyri fundinum vóru føroysku limirnir í ráðnum: Kári P. Højgaard, formaður, Bergtóra Høgnadóttir, Karsten Hansen, Jógvan á Lakjuni, Magni Laksáfoss og Andreas Petersen. Í hesum sambandi varð eisini ? nú mikukvøldið - vitjað í Fuglafirði, har borgarstjórin, Sigurd S. Simonsen, og kommunuskrivarin, Jákup Frants Larsen tóku ímóti, bjóðaðu døgurða á Muntra og fortaldi gestunum, hvussu bygdin frá at vera landbúnarsamfelag hevði ment seg til ein av týdningarmiklu vinnudeplunum í landinum.

Undir borðhaldinum skipaðu Niels Midjord og Petur Jacob Eliasen fyri undirhaldinum við einum fjøltáttaðum úrvali av teirra rúgvismikla og dygdargóða reportuari av sangi líka frá Kingo gamla til Evert Taube. Gestirnir dugdu eisini sera væl at hugna sær og høvdu eisini sínar trobadurar við, har bæði íslendski altingsmaðurin, Árni Jónsson, grønlendska landstingskvinnan, Jane Petersen, og okkara løgtingmaður, Magni Laxafoss, góvu teirra musiska íkast.

Grønlendski landstingsmaðurin, Josef Mosfeldt, sum tekur við eftir Kára P. Højgaard sum formaður í Útnorðurránum, helt eisin røðu og røddi um týdningin av samanhaldinum millum brøðratjóðirnar í útnorðri.