Forkunnug útimissiónsstevna í Nesvík

Um vikuskiftið luttøku 150 fólk á einari útimissiónsstevnu í leguhúsinum í Nesvík, sum Heimamissiónin skipaði fyri. Nógv ymiskt var á skránni, og møtisalurin var mestsum fullsettur til møtini um kvøldarnar

Heimamissiónin skipaði um vikuskiftið fyri útimissiónsstevnu í Nesvík. Evnið fyri allari stevnuni var útimissión, og fyriskipararnir høvdu gjørt nógv burturúr at fáa umhvørvið til at stuðla boðskapinum. Forhøllin í leguhúsinum var prýdd við øllum møguligum forkunnugum úr ymiskum londum, sum føroyskir trúboðarar eru í. Millum annað stóð eitt modell av einum afrikanskum stráhúsi mitt á gólvinum.

Ymsir felagsskapir høvdu básar í forhøllini, millum annað YWAM og OM, og tríggjar uppvørpur stóðu í hvør sínum horni. Har vóru vístar myndir frá føroysku trúboðarunum í teimum ymsu londunum, og eisini var kunning um, hvørji fólkasløg ikki hava hoyrt boðskapin um Jesus.

Leygardagin var forkunnugur døgurði við rættum úr Afrika og Ukraina. Fólk vóru biðin um at vaska hendurnar áðrenn máltíðina, tí at tey skuldu eta við fingrunum. Eisini vóru áhugatímar á skránni, har ið millum annað fyrrverandi og núverandi trúboðarar undirvístu.

Thormod Engelsviken talaði til møtini, sum vóru um kvøldarnar. Seinni á kvøldunum vóru ungdómstiltøk við lívligari sangi og framførslum. Leygarkvøldið høvdu tey ymisku toymini, sum vóru úti í summar, framløgu við livandi myndum. Millum annað greiddu umboð frá tí eftirhondini landskenda Ísraelstoyminum frá túrinum, har ið tey endaðu mitt í einum stríði millum ísraelsku stjórnina og Hizbollah.