Forkunnug sjón: Ternan á Toftum

Ternan hevur í dag gjørt tveir túrar millum Havnina og Toftir

Vánaligu koyrilíkindini í gjár og í dag hava havt við sær, at nógv fólk ikki eru sloppin heim seinasta døgnið.

Eftir áheitan frá fólki hevur Strandferðslan í dag gjørt túrar við Ternuni millum Havnina, Nólsoy og Toftir. Fyrri túrurin var kl. 10.30 í morgun, og tá sigldi Ternan úr Havn umvegis Nólsoy til Toftir og aftur. Kl. 13.00 var ein túrur afturat gjørdur millum Havnina og Toftir og aftur.

Nógv fólk og nógvir bilar vóru við Ternuni báðar túrarnar.

Nú eru koyrilíkindini batnað, og Landsverk hevur seinnapartin ført bilar millum harðast kavaraktu økini í Eysturoynni, Streymoynni og Vágoynni. 

Ternan fer nú aftur í vanligu siglingina millum Havnina og Nolsoy.