Sunnudagin 21. august kl 16.00 verður konsert í Norðurlandahúsinum við klavertrio, sum er samansett av úrmælingunum Kristinu á Váli, sello, Leslie Parker, violin og Jóhannesi Andreasen, klaver.
Kristina, Leslie og Jóhannes leiktu fyrstu ferð saman á mentanarnáttini í Tórshavn í 2013. Tað hevur leingi verið ætlanin at halda fram við hesum samstarvi, og tiltakið í Norðurlandahúsinum er teirra fyrsta stóra konsert. Á skránni verða verk eftir Beethoven, Shostakovich og Brahms.
Kristina á Váli, sum býr og lesur í USA, tók í vár tók bachelor prógv í Cello Performance á Montclair State University. Hon fer nú undir at lesa Master of Music in Cello Performance á State University of New York í Purchase, New York. Kristina, sum m.a. hevur framført í mætu Carnegie Hall í New York, fekk eftir lokið bachelor prógv heiðurslønina “Outstanding Graduate Student”, sum skúlin bert letur einum einstøkum næmingi á hvørjum ári. Hon er eitt tónlistarligt stjørnuskot, sum vit uttan iva fara at hoyra nógv meira til. Og nú er hon komin heim at framføra fyri føroyingum.
Amerikanska Leslie Parker tók bachelor prógv í Violin Performance á Montclair State University, New Jersey í 2015. Leslie hevur m.a. verið á palli í Carnegie Hall, Merkin Hall og á Trinity College of Music í Dublin, Írlandi. Í fjør varð hon vald út at taka lut í konsertferð í Kina saman við tónleikalesandi á China East Normal University, Shanghai.
Jóhannes Andreasen hevur í fleiri áratíggju staðið í fremstu røð millum føroyskar tónleikarar. Hann hevur fleiri ferð verið solistur við Føroya Symfoniorkestri og við íslendska ensemblinum Caput. Hann hevur frumframført solotónleik eftir m.a. Trónd Bogason, Paula í Sandagerði, Sunleif Rasmussen og Atla Heimi Sveinsson og hevur fleiri ferðir havt solokonsertir í Reykjavík, Helsinki og London