Forkunnug konsert í Havnar kirkju

Nýtt føroyskt tónaverk verður framført í Føroyum á fyrsta sinni.


Leygarkvøldið 27. juli kl. 18 verður konsert við urguleikaranum Agnieszka 
Kosmecka í Havnar kirkju.

Millum annað verður nýggja tónaverkið
 Danse Grotesque, sum unga føroyska tónaskaldið Eli Tausen á Lava hevur smíðað, framført.

Tónaverkið Danse Grotesque varð frumframført í Lund í Svøríki fyrr í ár. Leygarkvøldið verður tað framført í Føroyum á fyrsta sinni.

Agnieszka 
Kosmecka fer eisini at spæla bæði pólskan, danskan og týskan tónleik.

Agnieszka Kosmecka er útbúgvin urguleikari á Ignacy Jan Paderewski tónlistaskúlanum í Poznan í Póllandi. Harafturat er hon útbúgvin á Kongaliga Konservatoriinum í Keypmannahavn, hjá kenda danska urguleikaranum Bine Bryndorf.