<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Tað eru fleiri mátar at skipa ein foreldrafund. Mest vanligt er kanska stovugongdin frá einum lærara til annan. Helst er neyðugt við slíkum fundum av og á, hóast teir ofta eru langdrignir og keðiligir.
Tí er so mikið meira forkunnugt, tá okkurt meira hugnaligt og sosialt er á skránni, sum til dømis á foreldrafundinum í Hvalvíkar skúla seinasta fríggjakvøld.
Um mánaðarskiftið høvdu næmingarnir í Hvalvíkar skúla evnisviku um Gamla Samfelagið. Har lærdu tey um tað mesta av tí, sum hoyrdi gerandisdegnum til í gomlum døgum.
Tey lærdu um ull og bygdu smá hús eftir gomlum sniði. Tey gjørdu leikir úr sagnum og lærdu seg gomul spøl. Tey lærdu um gamlar matsiðir og gjørdu mat eftir uppskriftum úr elligomlum kókibókum.
Eisini var 85 ára gamli Vilhelm Magnussen úr Streymnesi í skúlanum og vísti næmingunum, hvussu ullin varð karðað og spunnin. Hann fortaldi teimum eisini, at fyrr bleiv ullin vaskað við landi, og tað hildu børnini ikki vera tespiligt.
Næmingarnir arbeiddu í bólkum, harav ein bólkur tók sær av at gera sjónvarps tíðindasendingar frá evnisvikuni.
Næmingarnir framførdu eisini sjónleik bygdan á gamla søgn um huldudrong úr Hvalvík, sum var so forelskaður í gentu av Langasandi.
Alt hetta sluppu foreldrini at síggja, og eisini fingu tey drekkamunn við køkum, dríli og súltutoyi, sum næmingarnir høvdu gjørt eftir gomlum uppskriftum.
Í einum lítlum samfelag, sum Hvalvík og Streymnesi, er eitt slíkt kvøld kærkomið. Foreldur og lærarar hugnaðu sær og góvu sær góðar stundir at práta saman.