Móttøkan var almenn og nógv fólk nýttu høvi at hyggja framvið. Sjúkrahússtjórin Poul Gert Hansen, og Hans Pauli Strøm, landsstúrismaður, hildu røðu. Eisini var tónleikur á skránni.
Nýggja forhøllin sameinir 1. hædd í gamla høvuðsbygninginum við nýbygningin. Høllin er prýdd við forvitnisligari list hjá Edvard Fuglø listamanni, sum Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, avdúkaði undir móttøkuni.
Við nýggju forhøllini hevur Landssjúkrahúsið fingið møguleika fyri at bjóða sjúklingum, vitjandi og viðskiftafólki annars nógv betri karmar, tá tey hava ørindi á sjúkrahúsinum.
Sjúkrahúsið hevur samstundis fingið eina nýggja høvuðsinngongd, sum er ætlað øllum teimum, ið ikki hava tørv á bráðfeingis hjálp.
Við nýggju forhøllini hevur Landssjúkrahúsið fingið eitt ljóst, opið og hugnaligt umhvørvi við kafé, har fólk kunnu sita og fáa sær ein drekkamunn ella okkurt til matna í sambandi við ørindini á sjúkrahúsinum. Úr kaféini er útsýnið yvir Nólsoyarfjørðin, og umstøður eru eisini til, at børnini kunnu stytta sær stundir.
Sjúklingaskrivstovan, sum m.a. hevur við serviðgerðina uttanlands at gera, og aðrar almennar samskiftisfunktiónir á sjúkrahúsinum, eru nú allar savnaðar við forhøllina, soleiðis at tað verður einfaldari hjá sjúklingum og viðskiftafólki annars at koma í samband við hesar.
Arbeiðið við nýggju forhøllini hevur tikið umleið eitt ár. Landsverk hevur verið byggiharri og havt projektleiðsluna. Arkitektarbeiðið og byggileiðsluna hava Árni Winther Arkitektar staðið fyri. Ráðgevandi verkfrøðingar hava verið Landsbyggifelagið og Sofus M. Jakobsen P/F. Tey, sum hava staðið fyri arbeiðinum, eru: J&K Petersen, Demich, Tummas Eli Hansen Sp/F, Henning Sørensen málarameistari og Litaval P/F.