Tað skilabesta er at byggja ein nýggjan Vesturskúla sum skjótast ístaðin fyri at umvæla Kommunuskúlan og Venjingarskúlan.
Tað halda umboðini fyri foreldrini í skúlastýrinum fyri Venjingarskúlan.
Annika Sølvará, Magnus Tausen og Mona N.Steintún, halda, at tekur Býráðið eina aðra avgerð, er tað ikki av fakligum ella fíggjarligum áðum.
Tey vísa á, at tað, sum býráðið skal taka støðu til, er, um tey skulu gera ein nýggjan skúla, ella umvæla tveir gamlar.
Tey staðfesta eisini, at tað verður neyvan bíligari at umvæla báðar skúlarnar, helst dýrari, eisini í rakstri.
Í viðfestu greinini ber eisini til at lesa, hvørjir aðrir fyrimunir, tey halda, tað er at byggja ein nýggjan Vesturskúla, heldur enn at umvæla Kommunuskúlan og Venjingarskúlan.
Lesið meira VIÐ AT TRÝSTA HER










