Foreldur átala

Børn, sum tørvar stuðul í skúlanum, eiga ongan góðan í føroyska skúlaverkinum.

- Vit kenna okkum sera einsamøll og hjálparleys, sigur mamma at menningartarnaðum barni

 

FÓLKASKÚLIN

Í vikuni, tá ið skúlarnir fóru í summarfrí, fingu foreldur hjá næmingum við serligum tørvi, sum ganga í Eysturskúlanum í Havn, at vita, hvussu fáir tímar skúlin hevði fingið tillutað til hesar næmingarnar. Skúlin hevði søkt um 121 tímar, men bara 38 tímar vóru játtaðir. Foreldrini høvdu fund um málið beint sum boðini bórust og undirskrivaðu eina átalu, sum varð send landsstýrismanninum í mentamálum. Tey hava síðani einki frætt úr Mentamálastýrinum.

Foreldrini átala, at játtanin til undirvísing vegna serligan tørv er skorin so nógv niður, at undirvísingin, sum frammanundan ikki var nøktandi, í skúlaárinum 2001/2002 er minkað við meiri enn eini helvt. Skal tað vakra endamálið, at skúlin skal vera fyri øll hava nakra meining, má hetta fáast í rættlag sum skjótast, siga tey.

- Fakliga klára børn við serligum tørvi als ikki at fylgja við, tá ið tey onga eyka hjálp fáa í skúlanum. Tá ið fleiri børn við serligum tørvi eru í einum flokki og lítla og onga hjálp fáa, er spurningurin um tíð, til lærarin ikki orkar longur, uttan mun til, hvussu eldhugaður viðkomandi er, sigur mamma at menningartarnaðum barni. Hon velur at vera ónavngivin fyri at verja barnið. Undanfarnu ár hevur barn hennara fingið stuðul í skúlanum fleiri tímar um vikuna, okkurt árið átta tímar. Hví eingin stuðul er játtaður í ár, hevur hon ikki fingið neyvari frágreiðing um - uttan hana, at eingir pengar eru.

- Barnið hjá mær spyr enn eftir stuðlinum, tað hevði í fjør. Eg havi ikki torað at sagt, at stuðulin ikki kemur aftur. Hóast mítt barn elskar at ganga í skúla og stórtrívist í flokkinum, er tað ógvuliga hugstoytt, at eingin stuðul er. Hetta oyðileggur allan flokkin og eg hugsi eisini nógv um hinar næmingarnar, sigur mamman.

Eyðsæð loysir tað ongar trupulleikar ikki at veita børnum við serligum tørvi, hjálp í skúlanum.

- Eg eri sannførd um, at tað er dýrari fyri samfelagið einki at gera. Fáa børn við serligum tørvi góða hjálp í skúlanum, kosta tey samfelagnum lítið, tá ið tey gerast vaksin. Øvugt kosta tey samfelagnum nógv, um tey onga hjálp fáa sum børn, sigur mamman.


Stórt máttloysi

Á skrivstovuni hjá Javna merkja tey hjálparloysið hjá foreldrum at menningartarnaðum børnum, sum tørvar serliga hjálp í skúlanum.

- Trupulleikin er ovurhonds stórur, og hann er nógv størri í ár enn undanfarnu ár. Skúlin er so ómetaliga týdningarmikil fyri okkara børn, men vit síggja bara, hvussu lítið hann verður raðfestur, sigur Diana í Puntabyrgi, forkvinna í Javna.

Javni hevur verið í sambandi við Sernámsdepilin, sum tillutar stuðul til børn við serligum tørvi.

- Nógv børn, sum hava fingið stuðul undanfarnu ár, hava mist stuðulin í ár. Stuðul eigur ikki at verða tikin frá børnum, tí onnur børn tørvar stuðul. Øll, sum ikki fáa, eru við sviðusoð, og nógv fáa alt ov lítið. Nógv foreldur hava víst á, at børn teirra vóru í eini menning, tí tey fingu stuðul. Við ongum stuðli steðgar øll menning, og tað er sera harmiligt.

Javni arbeiðir miðvíst við at varpa ljós á viðurskifti hjá menningartarnaðum í Føroyum, og hevur í sambandi við vánaligu umstøðurnar í fólkaskúlanum í hyggju at seta seg í samband við landsstýrismannin í mentamálum fyri at viðgera trupulleikan.

- Vit eru ikki komin nógv longri í dag í mun til fyri tíggju árum síðani, tá ið avgjørt varð, at fólkaskúlin er fyri øll. Prinsippið er gott, men skúlin er ikki búgvin at taka ímóti øllum næmingum. Hugburðsbroyting skal eisini til, tí ikki allir lærarar halda, at skúlin skal vera fyri øll, sigur Diana í Puntabyrgi.