Foreldur skulu í skúla við Løgmannabreyt

– Endamálið við foreldraskúlanum er at knýta foreldur og lærari tættari hvør at øðrum, siga tey á Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, har tey sum tey fyrstu í Føroyum eru farin undir tað, tey kalla foreldraskúla.

 

Foreldraskúli er eitt hugtak, sum hevur gjørt um seg í grannalondum okkara. Endamálið við Foreldraskúlanum er at bøta um trivnaðin hjá børnunum. Skúlin skrivar, at kanningar vísa, at børn, hvørs foreldur hava gingið í foreldraskúla, trívast betri og klára seg væl betri sosialt og fakliga enn tey børn, hvørs foreldur ikki hava gingið í foreldraskúla.

 

Endamálið við foreldraskúlanum, er at knýta foreldur og lærarar tættari at hvør øðrum, soleiðis at barnið fær optimalar umstøður at trívast í, og á henda hátt fær eina góða skúlagongd.

 

Foreldrini hittast fýra ferðir um árið – og tað er møtiskylda, soleiðis at øll børn hava sama útgangsstøði.

 

Umframt at læra hvønn annan at kenna, vera áhugaverdir fyrilestrar á skrá, har foreldur fáa innlit í, hvussu tey best stuðla barninum í skúlagongdini, eins og læring og menning í síni heild verða umrødd.  

 

Foreldraskúli hevur ikki verið vanligur í Føroyum, men í ár er Skúlin við Løgmannabreyt farin undir foreldraskúla. Foreldur at næmingum í 1. flokki eru tey fyrstu, ið fáa tilboðið um foreldraskúla.

 

Hóskvøldið varð kunnað um foreldraskúlan og fyrsta evnið umrøtt. Av tí at skúlin leggur stóran dent á lesing, fingu børnini hvør sína bók um Herviliga Henry, sum Bókadeildin lat.