Foreldur skulu ikki krevja at børn eru glað

Foreldur skulu hava tol við børnunum og vísa teimum álit - eisini tá ið tey eru í ringum lag, sigur sálarfrøðingur

Eru børn kedd, ill ella tigandi, eiga foreldur at hava tol við børnunum og eisini vísa teimum, at tey hava álit á, at børnini vilja tað besta við sínum lívi.

Tað sigur sálarfrøðingurin Peter Mortensen, sum í kvøld kl. 19.30 hevur fyrilestur í Miðlahúsinum um foreldur og børn.

Hann gevur góð ráð til foreldur um, hvussu tey kunnu takla støður, tá trupulleikar eru við børnunum.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðu við Peter Mortensen.