Foreldur skulu ikki fáa longri barsilsfarloyvi nú

Arbeiðsgevarar undrast á, at landsstýrið vil leingja barnsburðarfarloyvið, samstundis sum at tað er ringt at fáa arbeiðsmegi

 

Tað tykist løgið, at landsstýrið tekur fólk av arbeiðsmarknaðinum í eini tíð, har tað er trupult at finna tøka arbeiðsmegi.

 

Tað halda tey í Vinnuhúsinum, nú landsstýrið fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at leingja barnsburðarfarloyvi í tvær vikur. Foreldrini gera sjálvi av, hvussu tey býta hesar báðar vikurnar ímillum sín. Men at barsilsskipanin er so mikið væl bjálvað, at tað er ikki neyðugt at hækka gjaldið í skipanina, hóast farloyvið verður longri.

 

Men hesum taka tey í Vinnuhúsinum ikki undir.

 

Tey vísa á, at ongir upplýsingar eru um, hvussu umsitingarútreiðslur hjá Barsilsskipanini fara at hækka av hesum. Tey vildu eisini sæð, hvussu landsstýrið hevur roknað seg fram til, at farloyvið kann leingjast, uttan at gjaldið í skipanina hækkar.

 

– Er støðan tann, at rúmd er fyri at leingja barnsburðarfarloyvi, er tað ein staðfesting av, at inngjaldið til skipanina hevur verið ov høgt, sigur Vinnuhúsið.

 

Tey vísa eisini á, at seinastu árini er barsilslógin broytt rættiliga ofta, uttan at tað sær út til at vera nakað yvirskipað endamál við broytingunum.

 

 Og tað kann tykist løgið, at landsstýrið tekur fólk av arbeiðsmarknaðinum í eini tíð, har tað er trupult at finna tøka arbeiðsmegi til at loysa uppgávurnar á arbeiðsmarknaðinum.

 

Vinnuhúsið vísir eisini á, at ætlanin, sum fyriliggur, fremur ikki javnstøðuna á arbeiðsmarknaðinum.

 

– Hóast vit vilja tað ella ikki, er tað ein sannroynd, at tað eru kvinnurnar, sum taka meginpartin av barnsburðarfarloyvinum. Og við hesum uppskotinum verða tær enn longri av arbeiðsmarknaðinum, hvørja ferð tær eiga eitt barn.

 

Arbeiðsgevararnir halda, at foreldur eiga at hava fult frælsi til at býta barnsburðarfarloyvi ímillum sín.

 

Og teir halda eisini, at nú er stundin komin til at endurskoða alla barsilsskipanina og at fáa greiði á, um tað er tørvur á at gera hava liðiligari fyri at fáa hana at passar betur til tørvin hjá ymsu foreldrunum.

 

Men teir vísa á, at ístaðin verða nógvar, smáar broytingar gjørdar við stuttum millumbilum og tað er ein mannagongd, arbeiðsgevararnir mæla frá og mæla teir eisini frá at leingja barnsburðarfaroyvið í tvær vikur nú.