Foreldur skulu hava ognarrættin til síni børn. Tað verður eitt evni, Miðflokkurin fer at leggja stóran dent á í valstríðnum upp undir løgtingsvalið, sum verður í seinasta lagi 31. august. Á Landsfundinum frá Miðflokkinum leygardagin, førdi floksformaðurin, Jenis av Rana, fram, at tað verður neyðugt at gera púra greitt, at tað eru foreldrini, sum eigur ognarrættin til síni børn – og tað skal gerast við lóg.
Eftir hansara tykki eru tað nevniliga nakrir politikarar í Føroyum, serliga í Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldi, sum eru so víðgongdir á sosialistiska veinginum, at tað verður neyðugt at staðfesta við lóg, at tað eru foreldrini, og ikki staturin, sum eigur ognarrættin til børnini.
– Vit vita úr sosialistiskum londum, at staturin hevur tikið sær ognarrættin yvir børnini, og vit mugu tryggja, at tað ikki hendur í Føroyum. Og føla foreldur, at nakar ger seg inn á hendan ognarrættin, og at børnini hava verið fyri ágangi, skulu tey kunna fara í rættin við málinum, sigur Jenis av Rana.
Men hann leggur afturat, at fyri tað, um foreldrini skulu fáa ognarrættin yvir børnini, merkir tað ikki, at foreldur kunnu gera, sum tey vilja. Tey kunnu ikki, við eini slíkari lóg í hondini, nokta børnum skúlagongd, læknahjálp og alt annað, sigur hann.
Men hinvegin skal tað bera til hjá foreldrum at verja síni børn fyri tí, Jenis av Rana kallar, heilavasking, inni í skúlum og í barnagørðum. Í hesum sambandi skal tað ikki vera loyvt hjá felagsskapum, áhugabólkum, og einstaklingum, at sleppa inn í skúlarnar at »heilavaska« børnini.
Eitt, hann vísir til í hesum sambandi, er javnstøðupolitikkurin hjá hesi samgonguni, sum hann kallar ræðuligasta skjal, sum nakrantíð er skrivað í Føroyum, og ein grund til tað er, at tað er er ásett í hesum skjalinum, at javnstøðuhugtakið skal leggjast í børnini, longu í barnagarðinum. Og tí heldur hann, at tað er neyðugt at áseta beinleiðis í eini lóg, at tað eru foreldrini, sum hava ræðið á børnunum, og sum gera av, hvt skal leggjast niður í tey.










