Sambært spurnarkanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Tórshavnar Kommunu, er prísurin fyri barnaansing ikki tað, sum foreldrini hugsa mest um.
Tað gera starvsfólkini á ymisku stovnunum heldur ikki, men pedagogfelagið vil hava meiri í løn, tá samráðingar skulu verða seinni í ár.
– Kanningin vísir eisini, at viðurkenningin hevur nógv at siga, og tað kann hava nakað við lønina at gera, staðfestir Jarvin F. Hansen, formaður í Pedagogfelagnum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, staðfestir, at kommunan ikki fer at gera beinleiðis sparingar á økinum. Men at sáttmálasamráðingar kunnu hava við sær, at brúkaragjaldið fer upp.
Hetta sær Heri á Rógvi frá Lóðri, sum gjørdi kanningina, nakað líknandi uppá.
– Úrslitið kann skiljast á tann hátt, at fer ansingarstøðið upp, so hevur tað ikki eins stóra negativa ávirkan, at prísurin fer upp, metir Heri á Rógvi.
Jarvin F. Hansen staðfestir hinvegin, at fer prísurin upp, so er tað sjálvandi nakað foreldrini leggja til merkis, og at tá fær hann størri týdning, enn hann at síggja til hevur í dag.
Børn skulu ikki ansa børnum
Ein onnur niðurstøða í kanningini er, at tað hevur negativa ávirkan á nøgdsemið hjá foreldrum um nógv ungfólk arbeiða á stovninum, har børn teirra ganga.
Hetta skilur formaður í Pedagogfelagnum ikki reiðiliga.
– Í kanningini kemur eisini fram, at útskifting á stovninum hevur negativa ávirkan, og ungfólk eru ofta á stovnum fyri at vinna sær stig til seinni, og tí støðast tey ikki so leingi, metir Jarvin F. Hansen.
Tal av pedagogum týdning
Í kanningini vísir tað seg eisini, at tað hevur sera nógv at siga fyri nøgdsemið á stovnunum, at pedagogar eru á stovnunum, men eru fleiri enn helvtin av starvsfólkunum útbúnir pedagogar, so hevur tað ikki nógv at siga fyri nøgdsemið hjá foreldrunum, hvussu nógvir koma afturat.
– Pedagogar fara har, sum pedagogar eru, sigur Jarvin F. Hansen, sum er vísur í, at tað í framtíðini fara at vera størri krøv frá foreldrunum til, at útbúgvin fólk eru á stovnunum.
Kanningin vísir tó eisini, at nøgdsemið er størri við eldri stovnar enn við yngri stovnar, og tað hevur sambært Hera á Rógvi frá Lóðri helst nakað at gera við, at við yngri stovnar eru yngri foreldur, og yngri foreldur krevja meira.
Plasering mest at siga
Men tá tað kemur til, hvønn stovn foreldur velja til síni børn, so hevur námsfrøðiliga tilboðið sum heild ikki so øgiliga nógv at siga.
Tað, sum hinvegin hevur nógv at siga fyri foreldur í høvuðsstaðnum, er, hvar stovnurin liggur. Heili 9 av 10 foreldrum velja stovn eftir praktiskum orsøkum.
Tað kann sambært kanningini vera alt frá, um stovnurin liggur á vegnum hjá foreldrunum til arbeiðis til hvussu góð parkeringsviðurskifti eru við stovnin.
Men verður hugt at yngri foreldrum, so fáa námsfrøðiligu tilboðini meiri at siga.
Tendensurin frá, at fólk bara eru glað fyri at fáa ansingarpláss til, er um at broytast til, at tey seta konkret krøv til stovnin, er ein niðurstøða í kanningini.
Hinvegin vísir tað seg, at saman við prísinum, hevur tað heldur ikki so nógv at siga fyri foreldrini, hvussu langir bíðilistarnir eru.
Vilja fyrireika seg
Næst eftir viðurkenningina frá foreldrunum og stovninum, so hevur tað mest at siga fyri pedagogarnar, at teir fáa meiri tíð at fyrireika seg í.
– Tað hevur verið eitt krav til samráðingarnar leingi, og tí kunnu helst nýta hesa kanningina at byggja undir hetta krav, sigur Jarvin F. Hansen.
Hann leggur afturat, at av tí at børnini eru so nógv á hesum ymisku stovnunum, og at starvsfólkini tí hava eina so stóra ábyrgd, so hevur viðurkenningin frá foreldrunum so nógv at siga, og at hon er í lagið í dag.