Foreldur rópa varskó

Søgan um Martu Øre er ikki eitt einsamalt dømi. Sosialurin hevur havt samrøður við fleiri foreldur, sum aftur og aftur vísa á syndarligu støðuna hjá børnum við menningarórógvi í Føroyum.

Marita og  Páll Sigvald Øre valdu at flyta til Danmarkar, fyri at 13 ára gamla dóttirin kundi fáa ta hjálp henni tørvaði. Eftir fleiri ára stríð og niðurløg uppgóvu tey vónina um ein føroyska framtíð og fluttu av landinum. Hóast dóttirin fekk staðfest ADHD, vóru eingin tilboð tøk í Føroyum, men danska skipanin kundu bjóði bæði serskúla og vegleiðing og ráðgeving til foreldrini.

Tíverri er hetta bara ein av mongum søgum, sum vísa, at føroyska skipanin er fullkomiliga afturútsilgd, tá tað snýr seg um skúlatilboð til børn við menningarórógvi. Foreldrini kenna seg einsamøll við trupulleikunum, og hjá almennu skipanini renna tey seg all tíðina í stongdar hurðar.

Sosialurin hevur kunnleika til fleiri familjur, sum hava gjørt eins og Fuglafjarða familjan. Familjur sum flýggja undan føroyska veruleikanum, har børn við ósjónligum trupulleikum sum ADHD, Torette, Aspergers og øðrum menningar- og kensluórógvi ikki fáa nóg góða hjálp.


Foreldur standa hjálparleys

Blaðið hevur eisini havt samrøður við fleiri foreldur, sum ikki eru rýmd, men stríðast við at veita børnum sínum hjálp. Í oktober 2007 høvdu vit samrøðu við  Dávur Eyðunsson Sørensen og Sigrun Næs Joensen. Tey hava eina 9 ára gamla dóttir við autismu, sum gongur í einum vanligum føroyskum fólkaskúla. Hóast dóttirin hevur stuðul í skúlanum, so stúra foreldrini fyri framtíðini, tí tann hjálp sum børn fáa fyrstu árini er ikki nokk, tá dóttirin verður eldri og munurin millum hana og onnur størri. Eisini lýstu Dávur og Sigrun, hvussu tungt tað var at stríðast við almennu skipanina, har tey vóru víst frá einum myndugleika til annan uttan veruliga at fáa nakra vegleiðing og hjálp.

Maud Wang Hansen greiddi tann 7. februar í samrøðu við Sosialin frá um 26 ára gamla son sín, sum í dag gongur á donskum serskúla eftir ára langa oyðimarkagongd í Føroyum. Sonurin vaks upp í Danmark og fekk stuðul í donsku skúlaskipanini, men eftir at tey fluttu heim, tá ið hann var 16, fór hann spakuliga í hundarnar. Maud Wang Hansen greiddi frá, at hon sum mamma ikki var før fyri at veita soni sínum neyðugu hjálpina, og almenna føroyska skipanin hevði heldur einki at bjóða. Einasta loysn var at senda hann til Danmarkar.


Tung og ógreið skipan

Evy Danielsen og Selma Johannesen høvdu  ørðvísi søgur, men upplivingin var tann sama. Føroyski fólkaskúlin er ikki egnaður til øll børn, og almenna skipanin er so tung at fáast við, at tað eru bara tey sterkastu foreldrini, sum orka at halda á at berjast.

Sosialurin hevði tann 6. februar samrøðu við hesar báðar mammur úr Vágunum. Evy hevur eina 12 ára gamla dóttir við ADHD við Asperger- og depressivari helling. Danskir serfrøðingar mæltu henni til at senda dóttrina á danskan skúla, men Evy vildi ikki góðtaka, at einki føroysk tilboð var til skúlabørn við slíkum trupulleikum. Hon hevur stríðst fyri at geva dóttrini eitt virðiligt lív og nøktandi stuðul í Føroyum, og eitt úrslit av hesum er, at Familjuhúsið í Sandágerði, sum var ætlað børnum undir skúlaaldri, setti nøkur fyribils pláss til skúlabørn.

Evy Johannesen hevur 15 ára gamlan son við ADHD, sum 1. marts byrjar á góðum donskum serskúla. Sonurin fær ikki nóg góða hjálp í Føroyum, og Selma og maðurin vilja ikki bara hyggja tigandi at, meðan sonurin uppgevur lívið. Tí hava tey í eitt hálvt ár stríðst fyri at fáa stuðul úr Almannstovuni til at senda hann niður. Eins og hinar mammurnar hevur Selma uppliva hetta sum eitt einsamalt stríð ímóti einari tungari skipan. Starvsfólk í skúlanum og í almannastovuni hava víst góðan vilja, men alt druknar í tungum lógum og mannagongdum og ógreiðum ábyrgdarbýti.


Myndugleikar lova batað

Bæði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Mentamálum, og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í Almanna- og heilsumálum, lova batað á økinum. Í samrøðu við Sosialin, tann 8. februar, siga tey, at tey bæði ynskja at seta fokus á hetta øki og gera hjálpina smidligari.

Hjálpin til børn við menningarórógv er í ov stóran mun bundin at paragraffum, sum forða heldur enn stuðla, viðgongur landstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum. Hann hevur sett arbeiðsbólk, sum skal hava eitt uppskot klárt í juni um verulig føroysk heildartilboð

Hans Pauli Strøm viðgongur eisini, at lógarverkið í dag er ein forðan fyri hjálp, tí alt arbeiðið er bundið at heimildum í antin barnarverndarlógini ella forsorgarlógini. Einasti núverandi stovnur, sum arbeiðir eftir báðum lógum er Familjuhúsið í Sandágerði.

- Viðgerðin eftir forsorgarlógini eru ofta trupul og langdrigin, og vit vera noydd at gera nakað við hetta, so tað er tørvurin og ikki paragraffirnar verða avgerandi, sigur landsstýrismaðurin.

Nýggja landsstýriskvinnan í mentamálum, Kristina Háfoss, sigur, at umstøðurnar hjá  børnum við serligum tørvi, eru eitt mál, sum liggur hennara hjarta nær.

- Familjur, ið hava børn við serligum tørvi, hava frammanundan so nógvar byrðar í dagligdegnum, at tey hava ikki eisini tørv á, at skula stríðast við almennu skipanina fyri at fáa eitt nøktandi tilboð, sigur Kristina Háfoss. Hon heldur tí, at ein greið ætlan og eitt greitt menningartilboð eigur at verða bjóðað hvørjum barni, ið hevur serligan tørv.

Landsstýrisfólkini vísa ikki á nakrar ítøkiligar ætlanir uttan teir arbeiðsbólkar, sum eru settir á stovn. Hvørji úrslit fara at koma burturúr ætlanunum og arbeiðsbólkunum fer tíðin at vísa, og Sosialurin ætlar sær at fylgja við.


Myndatekstur:

Marta Øre er ikki einasta barn, sum føroyska skúlaskipanin ikki er før fyri at hjálpa. Sosialurin hevur havt fleiri greinar um foreldur, sum rópa neyðarróp, tí børn við meira ósjónligum brekum, sum ADHD og Aspergers syndromi als ikki fáa nøktandi hjálp í Føroyum


Sosialurin í morgin:

Skelkaður av føroysku líkasæluni


Viðgerðin av skúlatilboðunum til børn við menningarórógvi heldur fram í morgin við samrøðu við Ingvald á Kamarinum, sum rekur ein danskan serskúla fyri júst slík børn. Hann søkti fyri tveimum árum síðani Mentamálaráðið um at seta ein líknandi skúla í stovn í Føroyum. Hann undrast í greinini um tøgnina í Mentamálaráðnum, men kritiserar eisini lærarafelagið og pedagogfelagið fyri at finna seg í støðuni.